Uttanlands

Carrie Lam fer frá í summar

Í fimm ár hevur 64 ára gamla Carrie Lam verið politiskur leiðari í Hong Kong, men nú er tað familjan, sum hevur hægstu raðfesting, sigur hon

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-04 19:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam, fer frá í summar.

Hon upplýsir í dag, at hon eftir fimm ár sum leiðari ikki ætlar at sita enn eitt fimmáraskeið.

Grundgeving hennara er, at familjan hevur hægstu raðfesting, og familjan heldur, at tað er tíð til, at hon kemur heim, sigur hon.

Ritzau endurgevur lokalar miðlar, sum skriva, at John Lee, sum er virkandi ovasti leiðari, tá Carrie Lam er burturstødd, fer at royna at gerast eftirmaður hennara, men tað er tó ikki váttað.

Leiðarin í Hong Kong verður valdur av einari valnevnd við 1500 limum, ið sum heild stuðlar stýrinum í Kina.

Carrie Lam er 64 ár. Í 2017 gjørdist hon fyrsti kvinnuligi leiðarin í søguni hjá Hong Kong. Valskeiðið hjá henni endar 30. juni, og 8. mai verður greitt, hvør nýggi leiðarin verður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder