Mentan

Chadwick Boseman deyður

Sjónleikarin, ið er mest kendur fyri sín leiklut í "Black Panther", er deyður av tarmkrabba, 43 ára gamal

Chadwick Boseman (Mynd: EPA)

Chadwick Boseman (Mynd: EPA)

2020-08-29 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hollywood-sjónleikarin, Chadwick Boseman er deyður av tarmkrabba, 43 ára gamal.

Hesum boðaði familja hansara frá í nátt.

Chadwick Boseman andaðist í heimi sínum í Los Angeles í gjár. Konan og familjan var hjá honum.

Hann fekk staðfest tarmkrabba fyri fýra árum síðani, men hann úttalaði seg ongantíð alment um sjúkuna. Millum nógvar skurðviðgerðir og kemoterapi, megnaði hann at spæla við í fleiri filmum.

Chadwick Boseman er mest kendur fyri at hava spælt høvuðsleiklutin sum T'Challa í Marvel superhetjufilminum "Black Panther", sum kom út í 2018.

Chadwick Boseman gjørdist við hesum filminum tann fyrsti litti sjónleikarin at fáa sín egna superhetjufilm í Marvel-hugaheiminum.

"Black Panther", sum gongur fyri seg í uppspunna afrikanska kongaríkinum Wakanda, gjørdist fyrsti superhetjufilmurin, sum varð tilnevndur eina Oscar-virðisløn fyri besta film. Eisini varð hann fyrsti superhetjufilmur at forvinna meira enn eina mia. dollarar (6,2 mia. krónur) um allan heimin, skrivar Ritzau.

Chadwick Boseman hevur eisini havt høvuðsleiklutin í fleiri øðrum filmum um ikoniskar afroamerikanarar. Hann hevur m.a. spælt leiklutin sum Jackie Robinson, sum varð fyrsti afroamerikanski baseballleikarin, í filminum "42". Eisini hevur hann havt leiklutin sum tónleikarin James Brown í filminum "Get on Up".

Tað var ætlanin, at Chadwick Boseman eisini skuldi spæla við í framhaldinum av "Black Panther", sum skal koma út í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder