Uttanlands

Charles kemur ikki á 5 dollarsseðilin

Avstralski miðbankin vil heldur hava mynd, ið heiðrar upprunafólkinum í landinum

2023-02-02 10:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Charles kongur verður ikki avmyndaður, tá Avstralia fær nýggjar 5 dollars seðlar. Tað hevur avstralski miðbankin kunngjørt.

Myndin av nú farnu Elizabeth II drotning verður ístaðin avloyst av eini tekning, sum heiðrar upprunafólkinum í Avstralia.

Miðbankin upplýsir, at ætlanin er at seta seg í samband við upprunafólkið í sambandi við, at seðilin skal gerast í nýggjari útgávu.

Tað fer at taka nøkur ár, áðrenn nýggi fimmdollarsseðilin kemur í umferð, so núverandi seðilin við drotningini kann framvegis brúkast.

Sambært miðbankanum, hevur avstralska stjórnin givið avgerðini sítt viðmæli. Sitandi forsætisráðharri í Avstralia, Antony Albanese, gongur inn fyri, at landið gerst eitt lýveldi heldur enn kongsveldi.

Charles III kongur verður tó avmyndaður á komanti myntum, verður upplýst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder