2024-02-05 18:32

Bretski kongurin, Charles, hevur fingið staðfest krabbamein.
Hesum boðar Buckingham Palace frá í dag.
Upplýst verður ikki hvat slag av krabbameini, talan er um, men sambært kongshúsinum er ikki talan um krabba í prostata.
75 ára gamli kongurin er farin undir regluliga viðgerð í dag, og hann er sjálvur við gott mót og gleðir seg at venda aftur til sínar uppgávur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald