Í november hittast heimsleiðarar á 26. veðurlagstoppfundinum hjá ST, eisini nevndur COP26, ið verður hildin í skotska býnum Glasgow.
Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison hevur enn ikki endaliga boðað frá, um hann luttekur á fundinum ella ikki, men tað eigur hann at gera, heldur bretski Charles prinsur.
Tá hann í samrøðu við BBC varð spurdur, hvat hann hevði at siga við heimsleiðarar, sum vóru ivasamir um toppfundin, segði hann, at COP26-toppfundurin var ein "last chance saloon". Ein bretsk orðing, sum leysliga umsett merkir, at hetta er seinasti møguleiki at fáa nakað burturúr.
– Um vit ikki taka tær avgerðirnar, sum eru umráðandi at taka nú, verður tað ómøguligt at innheinta, sigur bretski prinsurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald