Innanlands

Charles tilnevndur kongur í morgin

Tilnevningin er útsett til í morgin leygardagin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-09 07:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá mamma hansara doyði í gjárkvøldið, gjørdist Charles kongur. Men formelt verður tað ikki fyrr enn í morgin, at Charles kongur verður útnevndur.

Tá kemur serliga ráðið saman á St. James’s Palace í London. Hetta ráðið kemur vanliga saman 24 tímar áðrenn ein drotning ella kongur doyr, men tí at deyðsboðini komu so seint í gjár, var ikki tíð at seta hetta í verk longu í dag, skrivar The Guardian.

Tá serliga ráðið savnast og útnevnir nýggja kongin, verður hetta kunngjørd og lisið upp frá svalanum á St. James’s Palace.

Elizabeth drotning doyði í gjár, 96 ára gomul. Hon sat á trúnuni í meira enn 70 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder