Mentan

Chester Bennington sáli við nýggjum sangi

Nú ber aftur til at hoyra røddina hjá vælkenda sangaranum hjá Linkin Park í sanginum ‘Cross Off’

Chester Bennington (Mynd: EPA)

Chester Bennington (Mynd: EPA)

2019-01-10 08:56 Author image
Alda Nielsdóttir

20. juli 2017 var ein sorgardagur fyri Linkin Park fjepparar. Tá frættust tíðindini, at sangarin í Linkin Park, Chester Bennington hevði tikið lívið av sær.

Nú ber aftur til at hoyra røddina hjá honum í sanginum “Cross Off”, sum Mark Morton úr amerikanska heavy metal-bólkinum Lamb of God, hevur framleitt í samstarvi við Chester Bennington.

Sangurin varð innspældur fáar mánaðar áðrenn Chester Bennington doyði, skrivar DR.

Linkin Park hevur útgivið til samans sjey fløgur, tann seinasta kom út í 2017. Limirnir, sum eftir eru í bólkinum hava sagt, at tey ætla at halda fram við at gera tónleik saman, men Linkin Park er enn ikki komin við nakrari nýggjari útgávu.

Trýst á sjónbandið niðanfyri fyri at hoyra sangin.

placeholder
placeholder