placeholder
Innanlands

Christian Andreasen roynir at finna semju

Mælir til, at rættindini úr Barsilsskipanini fylgja barninum – tingviðgerðin byrjar um eina løtu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-09 15:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum hevur fyri løtu síðan lagt broytingaruppskot fyri tingið í umstrídda málinum um broyting í barsilsskipanini, so at samkynd foreldur eisini fáa rætt til barsil.

Semingsroyndin hjá Christiani Andreasen gevur persóni, ið einsamallur er foreldur at barni møguleika at tilluta einum øðrum hesi rættindi eisini.

Hann sigur soleiðis í viðmerkingunum:

“Við hesum uppskoti verður staðfest, at rættindini úr Barsilsskipanini fylgja barninum. Hetta verður gjørt soleiðis, at tann, ið er einsamalt løgfrøðiligt foreldur at einum barni, sjálvur avger, hvussu barsilsfarloyvið og barsilspeningurin, sum er tillutað hinum foreldrinum verður brúktur. Hesar reglur eru bert galdandi í teimum førum, har bert ein persónur er løgfrøðiligt foreldur at einum nýføddum barni. Við einsamalt foreldur meinast her við, har eingin annar er løgfrøðiligt foreldur at barninum.

Barsilspeningurin, sum kann gjaldast út við heimild í § 4 a, verður roknaður eftir inntøkuni hjá tí foreldrinum, ið er einsamalt foreldur at barninum. Hetta hóast rættindi at vera í barsilsfarloyvi, og harvið at fáa útgoldið barsilspening, verður brúkt av øðrum persóni, og hóast hesin persónur hevur hægri inntøku. Útrokningargrundarlagið fylgir ásetingunum í løgtingslógini annars. Hetta merkir, at útrokningargrundarlagið er tengt at tí, ið er einsamalt løgfrøðiligt foreldur at barninum.

Tingfundurin skuldi takast uppaftur nú kl. 15.15

Broytingaruppskotið sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder