Innanlands

Christian Joensen skal avloysa Hannu Jensen á Kambsdali

51-ára gamli maðurin úr Saltangará tekur við starvinum 15. november og verður í rektarasessinum fram til í øllum førum summarið 2025

Christian Jensen er útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur starvast nógv sum lærari - seinastu árini á Miðnám á Kambsdali

Christian Jensen er útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur starvast nógv sum lærari - seinastu árini á Miðnám á Kambsdali

2023-11-02 12:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur sett Christian Joensen í avloysarastarvið sum rektara á Miðnámi á Kambsdali frá 15. november 2023 at rokna.

Hetta hava Barna- og Útbúgvingarmálaráðið og Miðnám á Kambsdali júst boðað frá. Nýggi rektarin hevur starvast á skúlanum síðstu árini.

- Christian Joensen, sum býr í Saltangará, er 51 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur m.a. eftirútbúgvingarskeið í námsfrøði, leiðslu og fíggjarstýring. Hann var lærari í støddfrøði á Handilsskúlanum fyri mongum árum síðan, og eftir fleiri ár hjá Føroya Tele hevur Christian aftur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali hesi síðstu 6 árini – nú í støddfrøði og alisfrøði. Umframt vanliga undirvísing hevur Christian Joensen røkt eina røð av øðrum uppgávum í skúlanum.

Hanna Jensen er ikki í starvinum í løtuni, tí hon hevur biðið um farloyvi vegna tingarbeiði. Hetta farloyvið stendur við fram til summarið 2025, og Christian Joensen skal røkja starvið sum rektari fram til tað.

Síðani Hanna Jensen fór aftur í Tingið, hevur Óli Wolles, vararektari, røkt rektarastarvið. Søkt varð eftir rektara sum avloysarastarv 21. september. Christian Joensen tekur við starvinum mikudagin 15. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder