Uttanlands

Christian krúnprinsur ríkisstjóri fyri fyrstu ferð

18 ára gamli krúnprinsurin verður ríkisstjóri meðan Fríðrikur kongur fer á vinnuferð í Póllandi

Christian krúnprinsur og kongaparið (Mynd: EPA)

Christian krúnprinsur og kongaparið (Mynd: EPA)

2024-01-30 18:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríðrikur kongur fer mikudagin til Póllands í tríggjar dagar á vinnuferð, og tað merkir, at 18 ára gamli Christian krúnprinsur verður ríkisstjóri.

Tað skrivar tv2.dk seinnapartin.

Tað er fyrstu ferð, at Christian krúnprinsur er ríkisstjóri síðan hann í november í fjør gjørdist partur av ríkisráðnum.

Sum ríkisstjóri skal krúnprinsurin røkja heimligu uppgávurnar, sum eitt nú kann vera at skriva undir lógaruppskot, ella taka ímóti nýggjum ráðharrum í sambandi við ráðharraumflyting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder