Elsta barnið hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu, Christian prinsur, hevur føðingardag í dag.
Hann varð føddur leygardagin 15. oktober 2005 klokkan 1.57 á Ríkissjúkrahúsinum, og verður hann sostatt 16 ár í dag.
Prinsurin varð doyptur Christian Valdemar Henri John, prinsur av Danmark og greivi av Monpezat, 21. januar 2015 í slotskirkjuni á Christiansborg. Í mai í ár varð hann fermdur í Fredensborg Slotskirke.
Christian prinsur gongur í dag á fyrsta ári á miðnámi á Herlufsholm Kostskole í Næstved. Kongshúsið upplýsir, at dagurin í dag verður hátíðarhildin við familjuni.
Christian prinsur vitjaði saman við familjuni í Føroyum í 2018, har hann m.a. vitjaði á Glasi í Havn (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald