Uttanlands

Christian prinsur fermdur

Konfirmatiónin varð útsett í eitt ár orsakað av koronu, men í dag hevur 15 ára gamli komandi danakongurin verið og játtað dópin í Fredensborg Slotskirke

Christian prinsur saman við foreldrunum, Fríðrikur krúnprinsur, og Mary krúnprinsessa, systkinunum Vincent prinsur, prinsessurnar Isabella og Josephine, og ommu hansara, Margretha drotning (Mynd: Ritzau)

Christian prinsur saman við foreldrunum, Fríðrikur krúnprinsur, og Mary krúnprinsessa, systkinunum Vincent prinsur, prinsessurnar Isabella og Josephine, og ommu hansara, Margretha drotning (Mynd: Ritzau)

2021-05-15 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi danski kongurin, 15 ára gamli Christian prinsur, varð í dag fermdur í Fredensborg Slotskirke.

Nógvar konfirmatiónir vórðu útsettar í fjør orsakað av koronu, m.a. tann hjá prinsinum. Hann átti upprunaliga at verið fermdur á vári í fjør.

Eftir at hann hevði verið í kirkjuni og játtað dópin, stillaði hann, saman við nærmastu familjuni, upp til myndatøku. 

Orsakað av koronu var tað ikki øll familjan, sum fekk luttikið á stóra degnum.

Pápabeiggi Christian prinsi, Joakim prinsur, og Marie prinsessa, búgva í París, og John Donaldson, abbi hansara, býr í Onglandi saman við konuni Susan Donaldson. Fleiri fadrar hjá prinsinum – norsku krúnprinshjúnini Haakon og Mette-Marit, og svenska krúnprinsessan Victoria – hava eisini givið avboð.

– Tað er sjálvandi øgiliga keðiligt, men soleiðis er tað við koronu. Vit kunnu ikki gera nakað við tað, segði prinsurin sambært TV2.

Christian prinsur er elsta barnið hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu. Hann varð føddur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn 15. oktober 2005, og 21. januar 2006 varð hann doyptur í Christiansborg Slotskirke.

Christian prinsur er nummar tvey í arvarøðini eftir pápanum, og sum komandi kongur kundi hann, eins og onnur ung, ikki sjálvur velja, um hann ynskti at verða fermdur ella ikki. Tað er nevniliga ásett í donsku grundlógini, at hann skal verða limur í evangelsk-luthersku kirkjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder