Mánadagin fór danska krúnprinsfamiljan í sóttarhald, eftir at 15 ára gamli Christian prinsur, elsta barn hjá krúnprinshjúninum, hevði fingið staðfest covid-19.
Higartil hevur eingin annar í familjuni tó fingið staðfest smittuna.
Í tíðindaskrivi boðar Kongshúsið í dag frá, at krúnprinshjúnini og trý yngru børnini, Isabella prinsessa, Vincent prinsur og Josephine prinsessa, eru vorðin kannað, og at tey øll eru staðfest negativ.
Sagt verður eisini, at Christian prinsur eingi sjúkueyðkenni hevur, men at hann samsvarandi við galdandi reglum verður verandi í sóttarhaldi til mánadagin 14. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald