Danski kostskúlin Herlufsholm hevur seinastu vikurnar verið nógv umrøddur í donskum miðlum.
Orsøkin er ein heimildarsending, sum TV2 sendi fyrst í mai mánað, har m.a. fleiri fyrrverandi næmingar á skúlanum søgdu frá grovari happing, harðskapi og kynsligum brotsverkum, sum høvdu gingið fyri seg á skúlanum.
Í nógv ár hevur skúlin verið settur í samband við yvirstættin, og nakað, sum eisini hevur fylgt nógv í miðlunum seinastu tíðina er, at Christian prinsur, sonur Fríðrik krúnprins og Mary krúnprinsessu, gekk á skúlanum.
Krúnprinshjúnini hava verið fyri atfinningum, tí tey ikki beinanvegin tóku sonin úr skúlanum, tá hesar upplýsingarnar um Herlufsholm komu fram, men ta avgerðina hava tey so tikið nú.
Í fráboðan í dag boða krúnprinshjúnini frá, at Christian prinsur, sum júst er liðugur við fyrsta árið á miðnámi á skúlanum, ikki kemur aftur næsta ár. Systir Christian prins, Isabella prinsessa, skuldi eftir ætlan byrja í 9. flokki á Herlufsholm eftir summarfrítíðina, men hetta verður nú av ongum, stendur í fráboðanini.
Í fráboðanini skriva tey m.a., at avgerðin er tikin í kjalarvørrinum á nógvu atfinningunum.
– Tað hevur verið ein torfør tilgongd hjá okkum sum familja. Men útfrá heildarmyndini og okkara serliga støðu sum krúnprinshjún, hava vit tikið avgerð um, at Christian prinsur gevst á Herlufsholm, og at Isabella prinsessa ikki byrjar í 9. flokki á skúlanum eftir summarfrítíðina.
Herlufsholm, sum er í Næstved á Suðursælandi, hevur verið kostskúli í 456 ár, men tað hevur ikki verið siðvenja hjá teimum kongaligu at ganga har. Tann fyrsti limurin í danska kongshúsinum, sum gekk á Herlufsholm, var Nikolai prinsur, sonur Joakim prins og Alexandru greivinnu. Hann byrjaði í 10. flokki á kostskúlanum í 2014, og gekk hann eisini trý ár í miðnámsskúla har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald