Ein 18 ára gamal maður er nú skuldsettur fyri dráp og drápsroynd í sambandi við skottilburðin á Christiania í gjárkvøldið, og verður hann grundlógaravhoyrdur nú seinnapartin, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn sambært Ritzau.
Fimm persónar vórðu raktir av skotum, tá tveir menn fóru inn í ein bygning á Pusher Street, vápnaðir og í myrkum klæðum og maskum. Ein persónur, ein 30 ára gamal maður, lat lív. Eftir hendingina rýmdu teir á elsúkklum.
Tveir persónar vórðu handtiknir í sambandi við málið í gjárkvøldið, men tann eini er blivin leyslatin aftur, eftir at tað er greitt, at hann ikki hevur nakað við skottilburðin at gera.
Upplýst verður ikki hvønn leiklut tann 18 ára gamli maðurin hevur havt í sambandi við hendingina. Hann er skuldsettur fyri at hava handlað í felag við fleiri brotsmenn.
Ákærumyndugleikin fer at heita á rættin um at varðhaldsfongsla mannin, og eisini verður biðið um, at grundlógaravhoyringin verður avgreidd fyri afturlatnum hurðum.
Sambært løgregluni var maðurin, ið varð dripin í gjárkvøldið, kendur úr bandaumhvørvinum. Sambært Ekstra Bladet og B.T. skal talan vera um ein lim úr Hells Angels.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald