Uttanlands

Christiania: Fimm persónar raktir av skotum í gjár

Ein 30 ára gamal maður hevur latið lív – Málið kann hava samband við stríð í bandaumhvørvinum, heldur løgreglan í Keypmannahavn

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2023-08-27 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var ein skottilburður á Christiania. Fimm persónar vórðu raktir av skotum, og ein teirra - ein 30 ára gamal maður- hevur latið lív.

Tann 30 ára gamli maðurin var kendur úr bandaumhvørvinum, og heldur løgreglan, at málið kann hava samband við eitt stríð í hesum umhvørvinum.

Sambært løgregluni er talan um tveir brotsmenn. Teir komu inn í ein bygning á Pusher Street, vápnaðir og í myrkum klæðum og maskum. Eftir at hava skotið móti einum persóni rýmdu teir á elsúkklum.

Tveir persónar vórðu handtiknir í sambandi við málið í gjárkvøldið, men tann eini er blivin leyslatin aftur, eftir at tað er greitt, at hann ikki hevur nakað við skottilburðin at gera. Hin persónurin verður framvegis avhoyrdur. Talan er um eitt stórt kanningararbeiði, sigur løgreglan í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder