Uttanlands

Christiansborg steingir vegna korona

Løgmálaráðharrin er smittaður, fleiri fólkatingslimir í sóttarhaldi og Mette Frederiksen hevur avlýst spurnarumfarið í dag

Nick Hækkerup, løgmálaráðharri. Okkur bendir á, at hann hevur fingið covid-19 (Savnsmynd)

Nick Hækkerup, løgmálaráðharri. Okkur bendir á, at hann hevur fingið covid-19 (Savnsmynd)

2020-11-03 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlaði spurnartímin við Mette Frederiksen forsætisráðharra á fólkatingi í dag er avlýstur orsaka av, at koronasmittan breiðir seg á Christiansborg.

Tað skrivar forsætisráðið í tíðindaskrivi í dag.

Spurnartímin skuldi byrja nú á middegi føroyska tíð, men er fyribils útsettur til í morgin. Eisini aðrar viðgerðir, ið skuldi havt verið í fólkatingssalinum í dag, eru avlýstar.

Tað var Mette Frederiksen, sum heitti á formansskapin í fólkatinginum um at útseta spurnartíman.

Orsøkin er, at Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, hevur týðulig eyðkenni um covid-19, og at hann í farnu viku var á fundi við fólkatingslimir, sum síðan hava fingið staðfest koronasmittu. Og eisini at Mette Frederiksen sjálv var á einum fundi saman við løgmálaráðharranum fríggjadagin.

Tí verður ikki hildið ráðiligt, at fundur verður hildin í fólkatingssalinum í dag, skrivaði Mette Frederiksen til formansskapin.

- Eg hevði ynskt, at eg í dag kundi víst eitt negativt svar upp á royndina, sum løgmálaráðharrin tók í gjár, so at spyrjitímin kundi verða hildin uttan nakran vanda, men slíkt úrslit liggur ikki klárt enn, stendur eisini í brævinum.

Spurnartímin verður einans hildin í morgin, um royndin hjá løgmálaráðharranum vísir seg at vera negativ. Tað stendur í eini fráboðan í telduposti til fólkatingslimirnar, skrivar dr.dk.

Hetta seinasta samdøgrið hava fleiri fólkatingslimir boðað frá, at tey eru testað positiv fyri korona, og fyribils eru seks ráðharrar og fleiri framsøgufólk farin í sjálvboðið sóttarhald fyri at verða testað.

Í gjárkvøldið upplýsti Jeppe Buus úr sosialdemokratiska flokkinum og eitt eykafólk hjá teimum konservativu, Erik Hulgaard, at teir hava fingið smittuna.

Eisini fyrrverandi ráðharrin hjá Venstre, Lars Christian Lilleholt er smittaður, og varð í gjár lagdur inn á univeritetssjúkrahúsið í Odense.

Seinast hevur formaðurin fyri konsservativa flokkin, Søren Pape Poulsen, boðað frá, at hann hevur fingið korona.

Teir ráðharrar og framsøgufólk, sum eru farin í sjálvboðið sóttarhald, hava enn ikki fingið svar um tey eru smittað ella ikki. Flestu teirra hava upplýst, at tey ikki hava sjúkueyðkenni, men eru farin í sóttarhald, tí tey hava verið saman við einum smittaðum.

Nick Hækkerup hevur skrivað á Facebook, at hann er testaður, tí hann kennir seg sjúkan og hevur eyðkenni, sum minna um covid-19.

Hesi eru í sóttarhaldi:

  • Nick Hækkerup, løgmálaráðharri
  • Peter Hummelgaard, ráðharri við arbeiðsmálum
  • Ane Halsboe-Jørgensen , ráðkvinna við útbúgvingar- og granskingarmálum
  • Pernille Rosenkrantz-Theil, ráðkvinna við barna- og skúlamálum.
  • Lea Wermelin, umhvørvisráðkvinna
  • Mogens Jensen, ráðharri við matvørum, fiskivinnu, javnstøðu og norrønur samstarvsráðharri
  • Søren Pape Poulsen, formaður fyri Det Konservative Folkeparti
  • Peter Skaarup, tingbólkaformaður hjá SF
  • Naser Khader, tey konservativu
  • Kasper Sand Kjær, Socialdemokratiet
  • Karina Lorentzen Dehnhardt, SF

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder