Innanlands

Christmas Child: Seinasta freist er um eina viku

Eskjurnar úr Føroyum fara í ár til børn í Moldova, og seinasta freist at lata eskjur inn er 27. oktober

Savnsmynd: Christmas Child

Savnsmynd: Christmas Child

2019-10-20 12:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á hvørjum ári verða yvir 11 mió. skógvaeskjur latnar børnum í 130 londum. Tað eru sjálvbodnir felagsskapir úr bæði USA og Evropa, ið savna eskjurnar, og aftur í ár sendir Christmas Child eisini eskjur úr Føroyum.

Í ár fara eskjurnar til Moldova, ið er eitt tað fátæksta landið í Evropa.

Síðan 2003 eru eskjurnar úr Føroyum annars farnar til Rumenia, men soleiðis verður ikki í ár. Orsøkin er, at føroyingar senda eskjur gjøgnum Ongland. Støðan viðvíkjandi Onglandi og ES er í løtuni ógreið, og eftirsum at Rumenia er eitt ES-land, hevur nevndin í Onglandi gjørt av, at eskjurnar tí ikki verða sendar til Rumenia í ár.

Sambært Christmas Child Føroyar eru føroyingar teir, sum geva mest í prosentum í mun til fólkatalið, og seinastu tíggju árini hava føroyingar latið yvir 4000 skógvaeskjur á hvørjum ári.

Í fjør vórðu 4064 skógvaeskjur latnar av føroyingum.

Seinasta freist at lata eskjur inn hesaferð er um eina viku, sunnudagin 27. oktober.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Christmas Child Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder