Mentan

Christopher Tolkien deyður

Yngsti sonur JRR Tolkien, sum átók sær arbeiðið at fullfíggja og geva út fleiri verk hjá pápanum eftir deyða hansara, gjørdist 95 ára gamal

Christopher Tolkien (Mynd: CNN)

Christopher Tolkien (Mynd: CNN)

2020-01-18 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Christopher Tolkien, yngsti sonur JRR Tolkien, høvundurin handan "Ringanna Harri", andaðist mikudagin 15. januar 95 ára gamal.

Tað skrivar bretski miðilin The Guardian.

Christopher Tolkien varð føddur í Leeds í Onglandi í 1924 og var yngsti sonur JRR Tolkien og næstyngst av fýra børnum.

Christopher Tolkien var uppvaksin við søgunum um hobbarnar í Miðgarði, og teknaði hann eisini nógv av originalu kortunum yvir ævintýraheimin hjá pápanum, sum vórðu brúktar í fyrstu útgávunum av bókum hansara.

Eftir at pápin doyði í 1973, átók Christopher sær arbeiðið at skriva fleiri av ófullkomnu verkunum hjá honum liðug, so tey kundu gevast út.

Millum bøkurnar, sum Christopher Tolkien gav út eftir deyða JRR Tolkiens eru "The Silmarillion", "Unfinished Tales", "Beren and Lúthien" og "The History of Middle-earth". Hesar eru tó ikki týddar til føroyskt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder