Kinesiski forsetin, Xi Jinping hevur givið kinesiska herinum boð um at fyrireika seg til eina innrás í Taivan áðrenn 2027. Tað vísa upplýsingar hjá amerikonsku fregnartænastuni CIA sambært stjóranum, William Burns.
Tað merkir tó ikki, at hann hevur avgjørt at gjøgnumføra eina innrás í 2027 ella nakrantíð, men tað er ein greið áminning um, hvørjar ætlanir hann hevur, og eigur mann ikki at undirmeta tær, sigur Burns sambært Ritzau.
Víðari sigur hann, at kinesiski forsetin helst er bilsin um vánaliga avrikið hjá Russlandi í Ukraina, og roynir hann at taka við læru av tí.
Stutt áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í fjør, skrivaðu Russland og Kina undir samstarvsavtalu, og handilssamstarvið millum londini er styrkt seinastu mánaðirnar, meðan Russland hevur verið rakt av revisitltøkum hjá Vesturheiminum.
Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, stúrdu altjóða eygleiðarar fyri, at Kina fór at gera nakað líknandi í Taivan, sum hevur sína egna demokratisku skipan, hóast tey í Kina síggja oynna sum ein part av teirra landi. Flestu lond í Vesturheiminum viðurkenna eisini Taivan sum ein part av Kina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald