Innanlands

Clement viðger ríkisfelagsskapin og fólkaræðið

Heldur tveir fyrilestrar í Norðurlandahúsinum í næstu viku

2024-02-05 09:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu sær framtíðin út fyri ríkisfelagsskapin? Hvussu verður, tá heimsins stórveldi av álvara venda eygunum móti Arktis og Norðurlondum? Hvat skulu vit rokna við, tá amerikanarar fara á val næstu ferð? Hesir og fleiri aðrir spurningar verða umrøddir, tá danski journalisturin og sjónvarpsverturin, Clement Kjærsgaard, vitjar Norðurlandahúsið í februar við tveimum fyrilestrum.

Mánadagin, 12. februar kl. 19.30, vendir hann sjóneykuni ímóti ríkisfelagsskapinum, Norðurlondum og Arktis, og røður um møguleikar og hóttanir, sum koma í kjalarvørrinum av, at heimsins stórveldi venda eygunum hendanvegin.

Týsdagin, 13. februar kl. 19.30, víðkar hann sjónarhornið fyri at greiða frá hóttanum móti fólkaræðinum í heiminum. Í fyrilestri um heimsins stórveldi og teirra valdsspæl røður hann um kríggið í Ukraina, um stríðið ímillum Ísrael og Gaza og millum Kina og Taivan, eins og um komandi forsetavalið í USA.

Atgongumerkið fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder