Clickhaze, kultbólkurin úr Gøtu, ið tók øll á bóli við eini framúr framførslu á Gøtusandi í summar, boðar nú frá, at tey fara at spæla tvær konsertir afturat.
Fríggjakvøldið 4. september spæla tey í OY í Havn, og og kvøldið eftir, 5. september spælir bólkurin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hendan seinna framførslan er partur av árligu Mentanardøgunum.
Talan er um tvey serstøk høvi at uppliva bólkin aftur á palli.
Atgongumerkini fara til sølu í morgin, fríggjadagin 14. august á middegi kl 12.00 á ávikavist oy.fo og mh.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald