
Í dag taka Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur ímóti 140 sjálvbodnum, ið fara til verka á ellivu ymiskum verkætlanum kring alt landið.
Eins og undanfarin ár hevur undirtøkan til afturvendandi átakið verið ovurstór. Av teimum áleið 15.000, sum høvdu skrivað seg upp at fáa kunning um tilmelding, tá átakið lat upp fyri tilmeldingum, teknaðu 4.184 seg til átakið innan 24 tímar. Av hesum vóru so 100 fólk frá 35 ymiskum londum tilvildarliga vald sum sjálvboðin.
Átakið hevur eisini fingið góða undirtøku í Føroyum, og tey 40 plássini, sum vóru tillutað føroyingum, eru øll tikin. Umframt teir 40 sjálvbodnu føroyingarnar vera starvsfólk frá kommunum og kunningarstovum, jarðareigarar og onnur virkin í ymisku verkætlanunum, umframt øll tey, sum gera mat og á annan hátt hjálpa. Í alt vera tað áleið 200 fólk, sum á ymiskan hátt fara at gera Closed for Maintenenance til veruleika í 2022.
Endamálið við Closed for Maintenance er at menna og varðveita ymisk ferðamál, m.a. soleiðis at føroysk náttúruferðavinna í størri mun tekur hædd fyri vernd og trygd. Átakið varpar eisini ljós á Føroyar sum ferðamál og skapar ein einastandandi møguleika at hitta eldhugað sjálvboðin og læra frá hvørjum øðrum.
Millum uppgávurnar, sum skulu loysast komandi arbeiðsdagarnar, kann nevnast gøtubygging og umvælingar, varðabygging, útssýnisstøð og uppmerking av farleiðum. Yvirlit yvir verkætlanirnar sæst her
Av tí, at arbeitt verður á hesum ellivu støðunum, heitir Visit Faroe Islands á fólk um at vísa fyrilit og vóna, at tað ber til at útseta gongutúrar á hesum støðum, meðan arbeitt verður komandi tveir dagarnar.
Visit Faroe Islands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald