Síðan 15. september er eingin tilburður av Cluster 5 skrásettur í Norðurjútlandi. Tí metir Statens Serum Institut, at hetta slagið av koronavirus helst er útdeytt, boðar danska heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Útfrá hesum varð eisini mett, at flestu avmarkingarnar, sum vórðu settar í verk í sjey kommunum í Norðurjútlandi, verða linkaðar. Hesum hevur danska stjórnin rættað seg eftir, og tí verður ikki longur frámælt borgarum at ferðast millum hesar kommunurnar.
Frá í morgin verður eisini møguligt at vitja skeinkistøð og matstovur aftur.
Cluster 5 varð funnið á fimm minkagørðum í Norðurjútlandi í september og oktober, og har eru allir minkar nú tiknir av døgum. Samstundis varð smittan staðfest hjá 12 persónum.
Men sambært Statens Serum Institut er smittan ikki staðfest hjá fleiri persónum síðan september.
Cluster 5 er ein av fleiri mutatiónum, sum eru funnar millum minkar.
Sambært Ritzau er Statens Serum Institut í ferð við at greina allar koronaroyndirnar úr Norðurjútlandi fyri hesar mutatiónir, og seinastu vikurnar hevur mann staðfest minni av hesum millum royndirnar. Kanningarnar verða væntandi lidnar í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald