Uttanlands

CNN koyrt trý ókoppsett fólk úr starvi

Stjórin í CNN krevur, at øll starvsfólk verða koppsett fyri koronu, um tey ynskja at møta til arbeiðis

Bygningur hjá CNN í Atlanta (Mynd: EPA)

Bygningur hjá CNN í Atlanta (Mynd: EPA)

2021-08-06 08:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski miðlarisin CNN hevur koyrt trý fólk úr starvi fyri at møta til arbeiðis uttan at verða koppsett fyri koronu. Tað framgongur í einari fráboðan, sum hósdagin varð send til øll starvsfólkini hjá miðlinum, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið innlit í.

Stjórin, Jeff Zucker, sigur í fráboðanini, at fyritøkan hevur ein nulltoleransupolitikk fyri slíkum, og at fyritøkan krevur, at øll starvsfólk verða koppsett, um tey ynskja at møta til arbeiðis.

Hvar í USA hesi trý starvsfólkini arbeiða, verður ikki upplýst.

Sambært Ritzau umhugsar CNN nú at gera tað til krav, at starvsfólk skulu skjalprógva, at tey eru koppsett, tá tey møta til arbeiðis. CNN hevur eisini boðað frá, at starvsfólk skulu brúka munnbind, tá tey koma til arbeiðis í Los Angeles, Atlanta og Washington D.C.

Hósdagin skrásetti USA yvir 100.000 smittutilburðir, sum er tað hægsta, landið hevur skrásett í eitt hálvt ár. Tað er serliga Delta-frábrigdið, sum ger um seg í Florida og í øðrum statum, har bert ein lítil partur av fólkinum eru koppsett.

Eftir ætlan skuldu starvsfólk fara aftur til arbeiðis 7. september, men fleiri fyritøkur, m.a. CNN, hava útsett tað til seinni í árinum. Í fráboðanini frá Jeff Zucker verður sagt, at øll starvsfólk ikki koma aftur til arbeiðis fyrr enn miðskeiðis í oktober.

Aðrar fyritøkur, sum hava útsett dagfestingina eru m.a. Apple, Google og Lyft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder