Uttanlands

CNN: Trump vísti fram loynilig skjøl

Ljóðupptøkur sigast kunna prógva, at fyrrverandi forsetin hevur vísti øðrum skjøl, ið vórðu stemplað sum loynilig

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-06-27 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska sjónvarpsstøðin CNN kunngjørdi í gjár ljóðupptøkur av fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, har hann vísir fram loynilig skjøl frá Pentagon við ætlanum um at leypa á Irak.

- Her eru pappírini, sigur Donsld Trump í upptøkunum, meðan hann umrøður tey. Upptøkurnar verða hildnar kunna vera eitt týdningarmikið prógv í málinum um loynilig skjøl, sum Trump er ákærdur fyri.

Upptøkurnar kunnu hoyrast her 

Á upptøkunum sigur Trump sjálvur, at talan er um “trúnaðarskjøl” og “loyniliga” kunning, meðan tað hoyrist, at hann blaðar í pappírum og ljóðar sum hann vísir tey fram.

Upptøkurnar stava frá eini samrøðu, sum Donald Trump gav persónum, sum arbeiddu við eini bók um Mark Meadows, fyrrverandi skrivstovustjóra hjá Trump. Sambært CNN eru upptøkurnar frá juli 2021.

Upptøkurnar kunnu skaða uppáhaldini hjá Trump í eini samrøðu við Fox News frá farnu viku, har hann sigur, at hann ikki hevði skjøl í varðveitslu, skrivar CNN. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder