Innanlands

Co-teaching kann minka um avbjóðingar í skúlanum

Ein royndar- og menningarverkætlan um at læra saman er sett í verk á Strondum og á Skúlatrøð í Klaksvík.

2026-08-26 17:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið/Ragnhild á Høgabóli Ein royndar- og menningarverkætlan um co-teaching fer í løtuni fram í tveimum skúlum. Endamálið við verkætlanini er at royna co-teaching í einum føroyskum samanhangi við tí endamáli at menna samstarv og samstundis gera møguleikarnar hjá næmingum at vera við í undirvísingini betri.

Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, ið hevur tikið stig til verkætlanina í co-teaching, ið er stór í vavi. Hetta tí, at so nógvir myndugleikar samstarva um somu verkætlan. Umframt Barna- og útbúgvingarráðið eru Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Námsvísindadeildin við í royndar- og menningarverkætlanini, og so Stranda skúli og Skúlatrøð, ið eru skúlarnir, har verkætlanin verður roynd í verki. Hon byrjaði í 2024 og endar í 2028.

Skúlar, ið høvdu hug at gerast partur av royndarverkætlanini um co-teaching, kundu melda seg til, og síðani blivu tveir skúlar valdir út, sum so gjørdust Stranda skúli og Skúlatrøð. Endamálið við verkætlanini er at royna co-teaching í hesum báðum skúlunum fyri at síggja, hvørja ávirkan tað fer at hava, og um tað er skilagott at seta co-teaching í verk í øllum skúlum, sigur Frida Poulsen, ph.d. í námsvísindum.

Leikluturin hjá Fridu Poulsen, ph.d. í námsvísindum, Biritu Poulsen, námslektara í námsfrøðiligari sálarfrøði á Námsvísindadeildini, og Onnu Eikhólm, námslektara í sernámsfrøði á Námsvísindadeildini, er at taka sær av førleikamenningini, eftirmetingini og granskingarpartinum í hesari fyrstu verkætlanini av sínum slag. Í hesi greinini er samrøða við allar tríggjar.

Seinastu árini hava fleiri røddir víst á, at tørvur er á broytingum í fólkaskúlanum, og at neyðugt er við tættari samstarvi millum teir ymsu partarnar, sum hava ábyrgd av skúlanum. Í hesum sambandi er dentur eisini lagdur á arbeiðshættir, sum stuðla undir menning av einum inkluderandi skúla.

Í altjóða gransking verður co-teaching ofta sett beinleiðis í samband við inklusjón. Hesi bæði hugtøkini verða vanliga fatað sum samantvinnað, tí co-teaching er ein tilgongd, ið hevur til endamáls at menna inkluderandi skúlaskap, m.a. við tvør- og fleirfakligheit. Tí kann vera trupult at tosa um co-teaching uttan samstundis at seta tað í samband við inklusjón.

Seinastu umleið 30 árini er nógv altjóða gransking farin fram um inklusjón og co-teaching. Í Føroyum hevur granskingin á økinum tó verið avmarkað. Higartil hevur eingin gransking beinleiðis tikið støði í co-teaching í fólkaskúlanum, og bara fáar granskingarverkætlanir hava viðgjørt inklusjón. Eitt týdningarmikið stig var tó tikið við ph.d.-verkætlanini hjá Fridu B. Poulsen, Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum (2023), sum hevur givið nýggja vitan um menning av inklusjón í fólkaskúlanum.

Seinastu árini eru eisini fleiri politisk og faklig tilmæli gjørd. Í 2023 varð eitt tilmæli skrivað um børn við serligum tørvi, í 2024 kom eitt álit um fólkaskúlalógina, og í 2025 varð aftur lagt fram eitt tilmæli á økinum. Felags fyri hesi skjølini er, at mælt verður til, at co-teaching verður sett í verk sum ein háttur at styrkja fólkaskúlan.

Gransking og álit síðstu árini vísa eisini á fleiri avbjóðingar í fólkaskúlanum. Millum annað er eitt vaksandi tal av børnum, sum verða mett og lýst ikki at hava møguleika at ganga í vanligum flokki og tí verða víst til serlig skúlatilboð. Samstundis vísa skúlar á, at tað kann vera trupult at rúma øllum næmingum innan fyri verandi karmar. Henda gongd peikar somuleiðis á, at vit mugu skapa eina meira inkluderandi sernámsfrøðiliga tilgongd, tí hon er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at ein inkluderandi skúli kann virka í praksis.

Í hesum samanhangi kann co-teaching síggjast sum ein arbeiðsháttur, ið kann styrkja arbeiðið við inkluderandi sernámsfrøði, tí hann leggur upp til, at fleiri fakligir førleikar eru til staðar í sama flokki og kunnu samstarva um at laga undirvísingina til ymisku tørvirnar og fjølbroytni. Fleiri skúlar hava tí eisini víst á, at teir vilja raðfesta tvílæraraskipanina hægri. Rák úr øðrum londum vísa somuleiðis, at lærarar og onnur starvsfólk í skúlaverkinum ynskja meiri samstarv í undirvísingini. Í hesum høpi kann co-teaching síggjast sum ein møguleiki at styrkja bæði samstarv, fakliga menning og arbeiðið við inklusjón í fólkaskúlanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder