Leygarkvøldið amerikanska tíð var ein skottilburður á einum náttklubba í amerikanska statinum Colorado.
Lokala løgreglan upplýsir, at fimm persónar vórðu dripnir, og 18 persónar vórðu særdir.
Hendingin fór fram á náttklubbanum Club Q í býnum Colorado Springs, sum hevur uml. eina hálva millión íbúgvar og liggur sunnanfyri Denver, ið er størsti býur í statinum.
Club Q er ein náttklubbi, sum serliga vendir sær til LGBT+-persónar.
Tað eydnaðist at enda viðskiftafólkum á staðnum at halda drápsmanninum aftur, men hetta var eftir, at hann hevði dripið fimm persónar.
Sambært Ritzau er viðkomanfi handtikin og fær viðgerð fyri sínar skaðar. Løgreglan hevur einki upplýst um eitt møguligt motiv fyri álopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald