Í gjár boðaði italienski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, frá, at hann leggur frá sær. Sambært DR er tað atburðurin og atgerðirnar hjá Matteo Salvini, ið er atvoldin.
Salvini er annar av varaforsetunum í Italia, hann er innanríkisráðharri, og hann er formaður í Lega, ið er annar av stjórnarflokkunum í Italia. Sambært forsætisráðharrin hevur innanríkisráðharrin arbeitt ímóti stjórnini seinastu vikurnar.
Lega og flokkurin Fimmstjørnu-rørslan vunnu valið í fjør, og valið fall á Conte, ið annars er uttanflokkamaður, tá forsætisráðharri skuldi finnast. Stjórnin hevur tó havt stórar samstarvstrupulleikar, og nú er Conte vorðin troyttur av atburðinum hjá Salvini, ið hevur gjørt greitt, at hann ynskir nýval - so troyttur at Conte ikki longur er forætisráðharri.
Í Italia eru bæði ein forsætisráðharri og ein forseti. Sergio Matrella er forseti, og hann skalnú gera av, um sjórnin skal upploysast, ella um hann skal útskriva nýval.
Innanlands
Conte hevur lagt frá sær
Arbeiðslagið hjá stjórnini hevur verið alt annað enn gott, og forsætisráðharrin hevur serliga havt trupulleikar av einum av varaforsetisráðharrunum og innanríkisráðharranum
Giuseppe Conte stendur uppi og Matteo Salvini situr niðri - í tinginum í gjár. Salvini hevur nú fingið forsætisráðharran at leggja frá sær (Mynd: EPA)
2019-08-21 10:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald