Mentan

Contrazt á Dansibandsfestivalin 2020

Dansibandsfestivalurin í Vági verður í døgunum 1. - 3. mai 2020, og forsølan av atgongumerkjum byrjar í oktober

2019-09-28 12:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Danisbandsfestivalurin í Vági avdúkaði í sendingini Upp á tá í gjárkvøldið fyrsta navnið til Dansibandsfestivalin í 2020. Og eru vit sera fegin um at norsku Contrazt komandi ár leggja leiðina til Føroyar, til Vágs at spæla á Dansibandsfestivalinum.

Contrazt varð stovnað í 2004 og hevur síðani verið fastur gestur á dansibandspallum í øllum Norðurlondum, og komandi ár gongur leiðin so til Vágs.

Contrazt eru mannaði av:
Gro Anita Dybendal, sang
Leif Dybendal, gittar og sang
Kay Ronny Brobakken, trummur
Svein Morten Haugerud, tangentar og saksefon
Hans Olav Trøen, bass

Dansibandsfestivalurin í Vági er í døgunum 1. til 3. mai 2020.

Forsølan av atgongumerkjum til Dansibandsfestivalin byrjar í oktober, og verður meiri at frætta um hetta í næstum.

- Dansibandsfestivalurin í Vági

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder