Uttanlands

COP27 verður í Egyptalandi

Í gjár varð kunngjørt, at næsti ST-veðurlagstoppfundurin verður í Sharm el-Sheikh

Antonio Guterres, ST-aðalskrivari heldur røðu á COP26, sum er í Glasgow í løtuni

Antonio Guterres, ST-aðalskrivari heldur røðu á COP26, sum er í Glasgow í løtuni

2021-11-12 11:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag endar ársins ST-veðurlagstoppfundur, COP26, sum hevur verið í skotska býnum Glasgow seinastu tvær vikurnar.

Og í gjár varð kunngjørt, hvar næsti fundurin verður.

Kunngjørt varð, at Egyptaland skal vera vertur fyri ST-veðurlagstoppfundinum COP27. Tað verður í Sharm el-Sheikh við Reyðahavið komandi ár.

Eisini varð kunngjørt, at COP28 skal ganga fyri seg í Sameindu Arábisku Emiratunum, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder