Brexit-stríðið harðnar, og í dag kann Jeremy Corbyn, formaður í Labour, gera støðuna meira spenta. Corbyn er ikki við uppá ætlanina hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, um at fara úr ES uttan nakra avtalu. Hetta hevur forsætisráðharrin gjørt greitt fleiri ferðir, men nú hevur Corbyn kalla limir úr øðrum flokkum inn; flest fólk sum eru ímóti hørðu Brexit-kósini.
Málið hjá Corbyn er sambært bretskum miðlum at fáa undirtøku fyri einum misáliti á Boris Johnson og síðani at skipa eina fyribils stjórn, har høvuðsendamálið er at fara úr ES við einari avtalu, ið er Bretlandi til gagns. Møguleikin fyri at leingja freistina verður eisini umrøddur - sum nú er fer Bretland úr ES 31. oktober, og hetta fer ikki at broytast sambært Boris Johnson og hansara fólki.
Trupulleikin hjá leiðaranum í arbeiðaraflokkinum er, at undirtøkan til hann og hansara flokk er ikki serliga stór. Hetta vísa tølini. Nýggj veljarakanning vísir, at 42 % av veljarunum siga seg fara at atkvøða fyri Konservativa flokkinum, um val verður. Hetta er sostatt farin 17 prosentstig fram, síðani Boris Johnson tók við fyri einum mánað síðani. Labour hevði fingið 28 % av atkvøðunum, um val var í dag, sambært Reuters. 69 % av teimum spurdu eru ónøgd við leiðsluháttin hjá Jermy Corbyn - hetta er søguliga høgt tal. Hinvegin er helvtin ímóti at fara úr Brexit uttan avtalu
Tað er eisini stór ósemja millum tey, ið eru ósamd við Boris Johnson, um hvør kósin skal verða viðvíkjandi Brexit. Forsætisráðharrin er sannførdur um, at stjórnin ikki kann broyta hansara ætlan, men Corbyn er ósamdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald