Svenski journalisturin, Magnus Gertten, sum í 2014 gjørdi filmin “Tusen Bitar” um Björn Afzelius, hevur aftur gjørt ein heimildarfilm um ein stóran og fólkakæran svenskan tónleikara – trubadurin Cornelis Vreeswijk.
Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja filmin, hvørs heiti er “Somliga går med trasiga skor” eftir einum av væl umtóktu sangum hansara.
Víðagitni og ikki sørt tiltikni sangarin vitjaði í Føroyum og sang á Jazzfestivalinum, innan hann andaðist bara 50 ára gamal í 1987. Sum navnið avdúkar, var hann føddur í Niðurlondum. Tólv ára gamal flutti hann við foreldrunum til Svøríkis.
Í Svøríki gjørdist hann plátuskald, yrkjari, sum sang tekstirnar, ið ofta vóru samfelagsliga atfinnandi, og gav teir út á plátu. Hóast pressan javnt og samt lýsti hann sum ein buldrasligan konufólkarev, ið drakk illa, verður Cornelis í svenska tónleikaumhvørvinum mettur sum fremsti svenski trubadurur.
Í hesum tvørskurði er tað, at Magnus Gertten, eins og í filminum um Björn Afzelius, eydnast at leggja lívsleiðina og avrikini hjá sangaranum opna fyri áskoðaranum.
“Cornelis Vreeswijk: Somliga går med trasiga skor” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 20. mars kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald