Uttanlands

Corona elvir til undantaksstøðu í Kalifornia

Ferðamannaskip kallað aftur í havn eftir smittuillgruna

Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom (Mynd: EPA)

Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom (Mynd: EPA)

2020-03-05 09:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Guvernørurin í amerikanska statinum Kalifornia, Gavin Newsom, hevur lýst statin í undantaksstøðu orsaka av corona-virusinum og covid 19-sjúkuni.

Tað boðaði guvernørurin frá í gjár eftir tíðindini um, at fyrsti sjúklingurin var deyður av virusinum.

Sambært Gavin Newsom eru 53 fólk smittað í Kalifornia. Tað er ein eldri persónur, sum var veikur frammanundan, nærhendis Sacramento, sum er deyður av corona.

Viðkomandi er møguliga smittaður umborð á einum ferðamannaskipi, sum sigldi úr San Francisco til Meksiko í farna mánaði. Síðani er skipið, Grand Princess, farið víðari móti Hawaii.

Í nátt fekk skipið boð um at venda aftur til San Francisco, skrivar Reuters. Her skulu amerikansku myndugleikarnir taka støðu til, hvat gerast skal við fólkini umborð.

Deyðstilburðurin í Kalifornia er tann fyrsti í USA uttan fyri statin Washington, har tíggju fólk longu eru deyð orsaka av corona. Seks av teimum høvdu samband við eitt røktarheim uttan fyri stórbýin Seattle.

Seattle er hart raktur av smittuni. Tað hevur millum annað først við sær, at starvsfólkini hjá Microsoft har hava fingið boð um ikki at møta til arbeiðis, men arbeiða heimanífrá til 25. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder