Seks tilburðir av coronavirusinum eru staðfestir í Íslandi í gjár. Sostatt eru í alt 43 persónar smittaðir av virusinum.
Tveir av hesum seks smittaðu persónunum eru smittaðir í Íslandi, og hetta er fyrstu ferð, at persónar eru smittaðir í landinum. Hini fýra fólkini vóru smittaði í Italia og Eysturríki.
Tað fær Ísland at lýsa undantaksstøðu í landinum, varð kunngjørt á tíðindafundi í dag, skrivar Morgunblaðið á heimasíðuni.
Íslendskir myndugleikar hava enn ikki sett forboð fyri tiltøkum har fleiri fólk hittast, men siga, at tað ikki slepst undan tí seinni.
Føroysku heilsumyndugleikar eru í kvøld komnir við tilmæli um at tiltøk har fleiri enn 500 fólk hittast, verða avlýst. Tað hevur longu havt við sær at tónleikatiltakið FMA í annaðkvøld er avlýst, umframt at ein flogbóltskapping í Kollafirði um vikuskiftið eisini er avlýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald