Mentan

Corona: Góð ráð til tey sum óttast

Fá nóg mikið av svøvni, tosa um hvussu tú hevur tað, og legg tín gerandisdag til rættis, eru nøkur av ráðunum frá Torsten Bjørn Jacobsen, danskur psykiatari

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-15 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú COVID-19 er vorðin ein alheimsfarsótt, sum seinastu vikurnar eisini hevur víst seg á okkara leiðum, er tað ikki óvanligt at stúra fyri heilsuni – bæði hjá sær sjálvum og sínum nærmastu.

Til tey, sum óttast, hevur Torsten Bjørn Jacobsen, danskur psykiatari, nøkur góð ráð:

1. Legg tín gerandisdag til rættis. Um tú ert ein teirra, sum er sendur heim frá arbeiði ella situr í sóttarhaldi, er tað umráðandi, at tú leggur nakrar ætlanir fyri dagin. Kenslan av at fáa okkurt burturúr er umráðandi.

2. Skrúva niður fyri tíðindastreyminum. Fylg rímiliga væl við, men ikki brúka ov nógva tíð uppá tað. Um tu verður ov kensluliga ávirkað av tí, sum tú lesur, hoyrir ella sær, er tað møguliga eitt tekin um, at tú skal skrúva niður.

3. Steðga neiligu tanktagongdini. Um tú byrjar at hugsa neiligt, bið teg sjálvan steðga.

4. Lat vera við at avbyrgja teg sjálvan. Tað kann vera torført at vera sosialur í hesum døgum, tá almenna virksemið er avmarkað, men syrg kortini fyri at vera í sambandi við tínum nærmastu, kanska við at ganga túr við vinfólki – men haldið rímiliga frástøðu – og varðveit sambandið umvegis sosialar miðlar.

5. Fá nóg mikið av svøvni. Svøvnurin er ein týðandi partur av gerandisdegnum og skal raðfestast. At fáa nóg mikið av svøvni er umráðandi fyri heilsuna.

6. Tosa um støðuna. Tosa við onnur um, hvussu tú hevur tað, men minst til eisini at tosa um onnur ting, so tú fært hugsað um okkurt annað.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder