Mentan

Corona-hóttanin rakar mentanartiltøk

Konsertstøðini Reinsaríið, Perlan og Aulan steingja í tvær vikur

Frá konsert í Reinsarínum (Savnsmynd: Pi Performance)

Frá konsert í Reinsarínum (Savnsmynd: Pi Performance)

2020-03-11 14:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Óttin fyri at corona-smittan skal breiða seg rakar nú eisini mentanarlívið í Havn.

Konsertstøðini Reinsaríið og Perlan í Tórsgøtu og Aulan í Finsen boða í dag frá, at tey steingja í dag og komandi 14 dagarnar, fyribils.

- Tað ber illa til hjá starvsfólkunum, sum arbeiða í mentanarhølunum í Tórsgøtu, at stýra frástøðu millum fólk og tí halda tey tilmæli, sum heilsumyndugleikarnir hava givið, verður sagt í fráboðan í dag.

Avgerðin rakar fleiri ætlað tiltøk, eitt nú útseldu konsertina við Tinganest, sum skuldi vera í Reinsarínum 21. mars. Aðrar konsertir, sum mugu avlýsast eru Fýrklang í Reinsarínum í kvøld, útgávukonsert við Rana Nolsøe leygarkvøldið, konsert við Hanus G. Johansen í Auluni 19. mars og konsert við Anton Liljedahl umframt Beinir og Hans Andrias 20. mars.

Torsgota.fo boðar frá, at tey, ið hava keypt atgongumerki til tiltøk, fáa peningin afturgoldnan. Peningurin verður fluttur aftur á konto komandi dagarnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder