Uttanlands

Corona: Minst 48 lond og seks heimspartar nú raktir

Fyrstu tilburðirnir staðfestir í Suðuramerika og í Noregi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-27 07:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 61 ára gamal brasili fekk í gjár – sum tann fyrsti í Suðuramerika – staðfest coronasmittuna. Eisini í Noregi hava tey fingið fyrsta tilburðin.

Bralsilska heilsumálaráðið upplýsti í gjár, at landið nú hevði fingið fyrsta sjúklingin við coronavirus.

Sostatt er hevur smittan nú spjatt seg til allar heimspartar uttan Antarktis, skrivar tv2.dk.

Sambært brasilsku myndugleikunum, er talan um ein 61 ára gamlan mann úr Sao Paulo, sum 21. februar kom heim úr Lombardia í Norðuritalia.

Maðurin er nú innlagdur á avbygrdari sjúkrastovu í Sao Paulo, og hevur tað gott eftir umstøðunum, verður sagt.

Brasil er bara eitt av fleiri londum, sum í gjár kundu boða frá fyrsta tilburðinum av coronasmittuni.

Norsku heilsumeyndugleikarnir boðaðu eisini frá sínum fyrsta tilburði. Ein kvinna í Tromsø er smittað eftir at hava verið í Kina.

Í Grikkalandi hevur ein 38 ára gomul kvinna úr Thessaloniki fingið smittuna. Eisini grikska kvinnan hevur nýliga vitjað í Italia, sum við yvir 400 tilburðum er miðdepul fyri smittuni í Evropa.

Í Pakistan hava tey eisini staðfest fyrstu tveir tilburðirnar, upplýsir heilsumálaráðið fyri Reuters.

Annað teirra hevur júst verið í Iran, har coronasmittan er rættiliga útbreidd.

Eisini Georgia og Norðurmakedonia vórðu í gjár rakt av smittuni á fyrsta sinni. Og í gjárkvøldið kundi Rumenia eisini boða frá fyrsta tilburðinum.

Nýggja coronavirusið varð fyrstu ferð staðfest beint eftir ársskiftið í Kina, og hevur síðan spjatt seg til minst 48 lond vísir ein uppgerð á Worldometer, ið skrásetir allar smittutilburðirnar í heiminum.

Næstan 80.000 fólk eru smittað í Kina, og við 2.715 deyðum orsaka av smittuni, er Kina landið, sum er nógv harðast rakt.

Men miðdeplar fyri smittuni eru nú eisini staðfestir aðra staðni í heiminum, eitt nú í Suðurkorea við 1.261 smittaðum og 12 deyðum, Italia (401 smittað og 12 deyð) og Iran (139 smittað og 19 deyð).

Les eisini: Fyrsti danin smittaður við corona  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder