Mentan

Corona: Symfoniorkestrið útsetir várkonsertina

Leiðslan fyri orkestrið hevur gjørt av at fylgja ráðunum frá Heilsumálaráðnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-09 12:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Symfoniorkestur hevur í dag tikið avgerð umat útseta árligu várkonsertina, sum ætlandi skuldi vera í Norðurlandahúsinum 21. mars.

Konsertin er fyribils útsett, ljóðar í fráboðan frá leiðsluni fyri Føroya Symfoniorkestri í dag.

- Vit høvdu øll glett okkum at spælt áhugaverdu og sera krevjandi várskránna. Tónleikararnir hava fyrireikað seg væl, so tað er harmiligt, at vit nú noyðast at útseta konsertina, men hetta er tað rætta at gera, nú støðan er sum hon er, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri.

Tey, ið hava keypt atgongumerki til konsertina fáa peningin aftur við at venda sær til Norðurlandahúsið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder