Uttanlands

Corona-virusið komið til Evropa

Mett verður at gott 1400 fólk nú eru smittað av corona-virusinum, sum nú eisini er staðfest í USA, Fraklandi og Avstralia

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-01-25 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið av kinesarum, sum eru smittaðir við corona-virusinum økist, og hevur virusið eisini spreitt seg til onnur lond, bæði í Asia og Evropa.

Corona er eitt nú eisini staðfest í Fraklandi, USA, Malyasia, Nepal og Avstralia, og tilsamans er talan nú um gott 1400 fólk, skrivar B.T.

Higartil hevur virussið kravt í minsta lagi 41 mannalív.

Sunnudagin hevur USA leigað eitt flogfar, sum skal flyta amerikanskar rískisborgarar og amerikonsk sendifólk (talan er um uml. 230 fólk) heimaftur úr kinesiska býnum Wuhan, og Frakland hevur ætlanir um at gera tað sama.

Støðan í Kina hevur við sær, at fleiri býir hava sett ferðaavmarkingar í verk fyri at minka um smittuvandan.

Hetta hevur mann gjørt í fleiri stórum býum, og í 18 býum í Hubei-landspartinum. M.a. hevur mann steðgað allari samferðslu og avmarkað atgongdina til motorvegir. Hetta ávirkar uml. 56 mió. fólk.

Í Beijing hevur mann eisini stongt allar matstovurnar hjá Pizza Hut og KFC, umframt at mann hevur tikið avgerð um at avlýsa árligu maratonrenningina, sum skuldi vera um fáaar vikur í Hong Kong. Væntað varð, at upp móti 70.000 fólk fóru at luttaka.

Í dag byrjar eisini kinesiska nýggjárið, sum er ein tann størsta hátíðin í Kina, har nógv fólk eisini plaga at ferðast aftur til heimstaðin at feira hátiðina við familjuni. Fleiri stórbýir, m.a. Hong Kong, Shanghai og Beijing, hava tó avgjørt at avlýsa hátíðarhaldið í ár orsaka av virusinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder