Uttanlands

Coronavirus: 500 smittað í kinesiskum fongslum

Tilsamans eru fleiri enn 76.000 fólk smittað, meðan 2.200 hava latið lív orsakað av virusinum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-02-21 20:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri enn 500 tilburðir av coronavirusinum eru nú staðfestir í kinesiskum fongslum, har smittuvandin er serliga stórur, upplýsa embætisfólk í Beijing í dag.

Í fongslunum í Hubei-landspartinum varð í dag boðað frá tilsamans 271 tilburðum.

Ein lokalur kommunistiskur miðil í Hubei hevur frætt um 230 tilburðir í einum kvinnufongsli í býnum Wuh. Eisini verður boðað frá 41 tilburðum í einum fongsli í Shayang-økinum.

Sjey fangavørðar og 200 fangar í einum fongsli í Recheng í Shandong-landspartinum hava eisini fingið staðfest coronavirus, upplýsir lokala heilsumálaráðið sambært Ritzau.

Fleiri lond nokta at taka ímóti ferðafólki úr Kina, og flogfeløg eru givin at flúgva til og úr landinum.

Sambært nýggjastu tølunum, hevur coronavirusið nú kravt 2.200 mannalív, og Heimsheilsustovnurin WHO ávarar um, at tað fer at hava stórar avleiðingar fyri heimsins lond, um tey ikki sláa hart niður á trupulleikan.

Bara í Kina eru fleiri enn 75.000 fólk smittað, meðan 1.100 eru smittað í øðrum londum. Higartil hava 11 fólk uttanfyri Kina latið lív orsakað av coronavirusinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder