2020-02-02 09:58
Ein maður í Filipsoyggjunum er deyður av coronavirusinum.
Sambært WHO er hetta fyrsta andlátið, sum er skrásett uttan fyri Kina orsaka av coronavirusinum.
Talan er um ein 44 ára gamlan kinesiskan mann, sum hevði verið innlagdur síðan 25. januar.
Maki hansara, ein 38 ára gomul kinesisk kvinna var tann fyrsta, ið fekk staðfest coronavirusið í Filipsoyggjunum.
Parið kom úr Wuhan í Kina, har sjúkan verður mett at stava frá. Tey komu til Filipsoyggjarnar 21. januar, og eru tey higartil tey einastu smittaðu, sum eru skrásett í landinum, skrivar TV2.
Sambært nýggjastu tølunum eru nú 14.380 fólk smittað í Kina, og 304 hava latið lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald