Coronavirus: Meira enn helmingurin av teimum smittaðu er vorðin frískur aftur

Av teimum 95.748 sum eru vorðin smittaði kring heimin, eru yvir 53.000 vorðin frísk. Deyðstalið er 3.286 fólk - beint yvir trý prosent

2020-03-05 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjastu tølini frá John Hopkins universitetinum í USA vísa, at talið av fólkum ið eru smittaði við coronavirusinum kring heimin nærkast 100.000. Tey vísa eisini, at meira enn helmingurin, ið hevur fingið smittuna, er vorðin frísk aftur og vísa eingi smittueyðkenni.

Tølini vóru dagførd klokkan 10 í morgun: 

- 95.748 hava fingið coronavirus
- 52.418 eru vorðin frísk aftur
- 39.044 eru framvegis sjúk
- 3.286 eru deyð orsaka av virusinum

Deyðstíttleikin liggur harvið beint yvir 3 prosent (3,4). Hóast hann ikki er stórur, so er hann nakað hægri enn WHO , metti hann til fyri einum mánaði síðani. Virusi vera vandamikið fyri serliga eldri fólk og fólk við niðursettari heilsu. 

Í dag eru fyrsti deyðstilburðurin í Sveis staðfestir orsaka av sjúkuni. Talan var um eina 74-ára gamla kvinnu. 90 fólk eru smittaði í miðevropeiska landinum.

Í Svøríki eru nú 60 fólk smittaði - millum anað tvey smábørn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder