2020-02-26 13:50
Komandi vikurnar skuldi Tom Cruise saman við einum filmsliði gera upptøkur til sjeynda filmin í "Mission Impossible"-røðini, men so verður ikki kortini.
Nú Norðuritalia er hart rakt av coronavirusinum, eru upptøkurnar fyribils útsettar, og varð filmsliðið sent heim aftur.
Sambært Politiken skuldu upptøkurnar gerast í Venesia yvir tríggjar vikur, men tær verða av ongum, inntil tamarhald er á heilsustøðuni í Italia, sum er ein av teimum londunum, sum eru harðast rakt av coronavirusinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald