Innanlands

CoronaVitan: - 14 morð framd í Føroyum við koppsetingunum

Umstrídd Facebooksíða vil vera við, at 14 fólk í Føroyum eru deyð av koppingarevni móti koronu. 11 av teimum verða nevnd við navni

2021-07-09 08:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru ikki hissini skuldsetingar, sum Facebooksíðan CoronaVitan førir fram í hesum døgum. Í einari støðudagføring tann 3. juli vil hendan síðan vera við, at 14 fólk í Føroyum hava latið lív orsakað av koronukoppsetingini, og skuldsetir myndugleikarnar fyri morð.

Á síðuni er eisini listi við 11 navngivnum persónum, sum skulu hava latið lív orsakað av koronukoppsetingini. Eisini verður sagt, at trý deyðsføll eru staðfest á eldrasambýli eftir prikið, men í hesum førum verða nøvnini ikki kunngjørd.

- Skal Føroya fólk bara góðtaka, at landsins leiðsla beint nú roynir at drepa landsins borgarar. Og at teir royna at skava útyvir hesi morð við at misnýta teirra makt yvir stóru føroysku miðlunum, løgregluni og rættarskipanini, verður spurt.

- Fólk verða dripin av prikinum, men tað vit tíanverri síggja er, at avvarandi hjá teimum dripnu als ikki reagera uppá hesi dráp. Tey hava til nú verið púra passiv, sigur Coronavitan.

- Man tað verða orsakað av óvitinheit um hvat teirra rættur er, tá ein av teirra nærmastu verður dripin í samband við eitt medicinskt eksperiment, sum teir nú deyðu ”forsøgspersónarnir” ikki hava skriva undir samtykki til at luttaka í. Ella kann tað kanska hugsast, at tey dripnu ongan góðan høvdu. CoronaVitan velur at trúgva, at tað helst er tað fyrra.

Í viðmerkingunum undir støðudagføringini eru nógv sum ilskast inn á Coronavitan. Eitt nú nøkur av teimum avvarandi, sum siga seg vera í sorg og vilja vita hvør tað er, sum stendur aftanfyri síðuna.

Tað fæst ikki at vita hvør tað er, sum umsitur CoronaVitan síðuna, men í viðmerkingunum til skrivið stendur at hetta er “eitt netverk av fólki, sum hevur sum evsta mál, at verja Føroya fólk móti ágangi frá myndugleikum og upplýsa fólk um sannleikan viðvíkjandi corona”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder