Mentan

Countryfestivalurin útsettur fyribils

Country- og Bluesfestivalurin verður 3-4. juli ístaðin. Men hetta er fyribils, siga fyrireikararnir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-30 14:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Myndugleikarnir mæla frá at halda festivalar og onnur størri tiltøk fram til og við 30. juni. Tað varð boðað frá á tíðindafundi í morgun.

Country- & Blues festivalurin sum eftir ætlan skuldi vera í døgunum 11-13. juni er fyribils útsettur, boða fyrireikararnir frá seinnapartin.

Festivalurin í Sørvági har meira enn annar hvør gongur við covboy-hatti á høvdinum, verður tí fyribils útsettur til 3-4 juli, siga fyrireikararnir.

Arbeitt verður við endurgjaldi til festivalarnar, sum verða raktir av koronaátøkunum.

- Vit fara at gera eina serskipan til festivalarnar, so at teir eisini kunnu fáa stuðul og lut í hjálparpakkunum hjá landsstýrinum, segði løgmaður á tíðindafundinum í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder