Uttanlands

Covax latið ein milliard skamtar

Enn er stórur ójavni í býtinum av koppingarevni, sigur Heimsheilsustovnurin

Koppingarevni frá AstraZeneca (Savnsmynd)

Koppingarevni frá AstraZeneca (Savnsmynd)

2022-01-16 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein milliard koppsetingarskamtar eru nú latnir gjøgnum altjóða COVAX-samstarvið, sum hevur til endamáls at tryggja koronukoppingarevni til lond við lág- og miðalinntøkum.

Koppingarevni er latið til 144 lond, sigur felagsskapurin Gavi, sum saman við m.a.  Heimsheilsustovninum, WHO hevur ábyrgdina av COVAX.

Tá samstarvið varð stovnað í 2020 var endamálið at, COVAX skuldi lata tvær milliardir skamtar áðrenn 2022, men hetta eydnaðist ikki.

Orsøkin er m.a., at tey ríku londini hava keypt ein stóran part av koppingarevninum, og upplýsingar frá Heimsheilsustovninum vísa, sambært Reuters, at har framvegis er stórur ójavni í býtinum av koppingarevni.

67 prosent av fólkinum í teimum ríku londunum eru liðugt koppsett, meðan tað sama bert kann sigast um fimm prosent av fólkinum í teimum fátæku londunum. Yvir 40 prosent av fólkinum í heiminum hevur enn ikki fingið fyrstu koppsetingina fyri koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder