placeholder
Mentan

Coverlag hevur skapt øsing: Lukas Graham biður um umbering

Danski hitbólkurin vil nú hava teirra cover av lagnum "Sad!" hjá XXXTentacion tikið av Spotify

Lukas Graham á Summarfestivalinum í 2015 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Lukas Graham á Summarfestivalinum í 2015 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-27 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð eitt nýtt coverlag hjá Lukas Graham lagt út á Spotify. Talan er um eitt cover av lagnum "SAD!" hjá rapparanum XXXTentation, og hetta hevur skapt øsing á sosialu miðlunum.

Orsøkin er, at XXXTentacion, sum í veruleikanum æt Jahseh Swayne Ricardo Onfroy, hevði eina harðliga søgu. Hann varð bæði dømdur fyri harðskap og tjóvarí, skrivar DR.

Í gjárkvøldið bað forsangarin hjá bólkinum, Lukas Forchammer, um umbering á bæði Facebook og Twitter.

- Eg visti einki um harðligu søgu hansara. Eg eri illur um, at eingin hevur sagt mær hetta áðrenn. Orsaka, skrivaði hann m.a. og lovaði, at lagið verður tikið av Spotify skjótast gjørdligt.

XXXTentacion varð nógv umrøddur, bæði áðrenn og aftaná hann doyði í juni í fjør.

Fyri fáum vikum síðani mátti kenda songkvinnan, Alicia Keys taka eitt sjónband av sosialu miðlunum, har hon og sonur hennara sungu lagið "What Are You Afraid Of" hjá XXXTentacion.

Í mai mánaða skapti tað eisini øsing, tá Spotify gjørdi av at taka alt tilfarið hjá XXXTentacion og R. Kelly av tænastuni. Orsøkin var, at bæði XXXTentacion og R. Kelly vórðu ákærdir fyri kynsligan harðskap. Tá vóru fólk óð um, at tilfarið varð tikið av tænastuni.

Tað gjørdist ikki betri, tá Spotify ein mánað seinni gjørdi av at promovera tónleikin hjá XXXTentacion í sambandi við deyða hansara. Hetta hildu nógv vera dupultmoralskt.

Í løtuni er nógv umrødda coverlagið hjá Lukas Graham enn tøkt á Spotify. Lagið var ein partur av einari sonevndari "Spotify Session", har bólkurin eisini kom við einari nýggjari útgávu av hitlagnum "Love Someone" frá seinastu útgávu teirra "3 (The Purple Album)".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder