Uttanlands

COVID-19: Fyrsti grønlendingurin smittaður

Talan er um ein skíðrennara úr Nuuk, sum í løtuni býr í Norðuritalia

Mynd: KNR

Mynd: KNR

2020-03-09 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hevur fyrsti grønlendingurin fingið staðfest COVID-19.

Talan er um Nuunu Chemnitz Berthelsen úr Nuuk, sum í løtuni býr í Brunico í Norðuritalia. Hon er yrkisskíðrennari og hevur búð í Brunico í trý ár.

Í løtuni er hon í sóttarhaldi á einum hotelkamari, og skal hon verða avbyrgd, til hon er vorðin frísk aftur.

– Eg havi verið sjúk í eina viku, og eg helt ikki, at talan var um corona, tí eg ikki hevði tey sjúkueyðkenni, sum tey siga, mann eigur at hava. Eg havi hvørki havt fepur, hostað ella havt ilt í hálsinum. Eg havi bara havt tipta nøs og oyru, og mist smakksansin, sigur skíðrennarin við grønlendska miðilin knr.gl.

Nuunu Chemitz Berthelsen leggur afturat, at hon er væl fyri og fær tað betri.

– Eg taki bara vanligt Strepsils og sovorið, mann tekur, tá mann hevur krím, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder