Uttanlands

Covid-19: Nýggj gransking staðfestir sera lítlan vanda fyri børn

Lítil vandi hjá bøtnum at gerast álvarsliga sjúk ella at doyggja av korona

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2021-07-10 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vandin hjá børnum at gerast álvarsliga sjúk ella at doyggja av Covid er sera litil, vísir ein stór greining av koronutilburðum í Bretlandi.

Tøl fyri fyrstu 12 mánaðirnar við farsóttini vísa at í Onglandi doyðu 25 børn og ung undir 18 ár av koronu. Granskingin vísir, at tey, sum hava fleiri kroniskar sjúkur og heila/nervasjúkur eru mest í vanda, hóast vandin sum heild er lágur, eisini fyri hesi. Hetta skrivar BBC.

Vísindafólkini frá University College London og fróðskaparsetrunum í York, Bristol og Liverpool siga, at teirra kanningar av børnum og Covid, eru heimsins mest umfatandi kanningar av hesum slag higartil.

Granskingin vísir, at flestu av teimum, sum doyðu av Covid, høvdu aðrar undirliggjandi sjúkur.

Granskararnir siga, at 25 deyðsføll í einum fólkatali uppá 12 milliónir børn, gevur eitt samlað deyðstal uppá 2 fyri hvørja millión børn.

Granskararnir kannaðu eisini hvørt einasta dømi um børn og ung, sum blivu innløgd vegna serliga ringa covidsjúkugongd (emergency admission) fram til februar 2021. Dr Elizabeth Whittaker, frá Royal College of Paediatrics and Child Health og Imperial College London, segði, at tað var upplívgandi at staðfesta, at tað vóru sera fá álvarsliga sjúk børn av Covid á sjúkrahúsunum.

Hon legði afturat, at hóast hesar kanningarnar einans røkka fram til februar 2021, so er hetta ikki broytt við nýggja Delta frábrigdinum, og at hon vónar, at hesi granskingarúrslit vera til ugga fyri børn, ung og teirra familjur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder